Vit kenna hann øll frá skemtiligu bókunum og frá barnaútvarpinum – drngin, sum tey kallaðu Vitello, sum býr saman við mammu síni beint við ringvegin og leingist eftir einum ordiligum pápa.
Søgurnar um Vitello, eftir Kim Fupz Aakeson eru bæði stuttligar, rørandi og viðkomandi hjá bæði børnum og vaksnum.
Nú verður møguleiki at uppliva søgurnar um Vitello sum sjónleik á Tjóðpallinum. Gunvor Reynberg hevur gjørt til leik burturúr kendu bókunum og Lars Fjeldmose hevur gjørt tónleik til. Leikarar eru Jákup Dahl Wardum, Torkil Búason Tórgarð, Katarina G. Nolsøe og Sóley Danielsen. Leikstjóri er Hans Tórgarð.
Í sjónleikinum ’Vitello’ leitar Vitello eftir einum pápa, sum hann kann vísa sínum troyttandi vinum tvillingunum Max og Hassa og lortunganum Williami. Á vegnum fær Vitello eina ólekra gentu, hittir ein deyvan pylsumann og eisini Gud.
Vitello er ein stuttligur leikur fyri alla familjuna við fangandi sangum og nógvum skemti.
Bókadeild Føroya Lærarafelag hevur higartil givið út 6 av teimum 14 bókunum um Vitello, sum Sjúrður Gullbein hevur týtt til føroyskt.
Frumsýning verður leygardagin 28. september kl. 18 á Tjóðpallinum.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald