Innanlands

Søkja eftir leiðara til nýggjan háskúla

Heimamissiónin byrjar háskúla við 24 næmingum eftir summarfrítíðina

Háskúlin verður í leguhúsinum í Nesvík (Mynd: Trúboðin)

Háskúlin verður í leguhúsinum í Nesvík (Mynd: Trúboðin)

2022-03-15 12:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlanirnar hjá heimamissiónini at byrja ein háskúla í Nesvík eru nú komnar so mikið langt, at tað nú verður søkt eftir leiðara fyri skúlanum.

Ætlanin er, at 24 næmingar skulu byrja í nýggja Háskúlanum í Nesvík í summar. Skúlaleiðarin skal eftir ætlan setast at byrja 4. apríl, stendur millum annað í setanarlýsingini.

Ein av treytunum fyri at gerast leiðari á nýggja háskúlanum er, at viðkomandi tekur undir við og við arbeiða í samsvari við samleikaskjalið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Komandi háskúlin fer at halda til í Leguhúsinum hjá Heimamissiónini í Nesvík, og er ætlaður ungum 17 ár og eldri.

Tað verður stýrið fyri háskúlan, sum skal seta komandi skúlaleiðaran. Stýrið varð sett í farna mánaði, og har sita Bergur Debes Joensen, formaður, Jákup Petersen, næstformaður, Eyðhild S. Dam Hansen, kassameistari, Sverri Steinhólm, Ásbjørn Jacobsen, Jóhannus Mikkelsen, Andrias Magnussen, Mariann D. Poulsen og Nansi Johannesen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder