Innanlands

Søkja eftir nýggjum sýslumanni til Norðoyar- og Eysturoyar sýslu

Sýslumaðurin seinastu árini tekur við sum borgarstjóri á nýggjárinum, og nú skal ein nýggjur finnast. Talan er um fulltíðarstarv

2020-12-18 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Landfúti søkir nú eftir sýslumanni til Norðoyar- og Eysturoyar sýslu. Karl Johansen hevur røkt starvið seinastu árini, men hann tekur við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum, og tí skal nýtt fólk finnast.

Eitt fulltíðarstarv sum sýslumaður er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Starvið verður sett fyri trý ár, verður sagt í starvslýsingini.

Arbeiðsuppgávur hjá einum sýslumanni eru eitt nú at skipa fyri grindarakstri, borgarligar vígslur og viðgerð av umsóknum um seyðamark.

Væntað verður at tann sum søkir hevur viðkomandi útbúgving og kennir til arbeiðsuppgávurnar hjá løgregluni. Hann skal duga væl at samskifta og verða skipaður, miðvísur millum annað.

Mánaðarlønin er 25.000 krónur um mánaðin umframt eftirløn.

Setanin er treytað av, at umsókjarin kann trygdargóðkennast av PET og starvið verður sett so skjótt sum hendan góðkenningin fyriliggur.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder