Innanlands

Søkja eftir seks kommunulæknum

Tað snýr seg um trý størv á Skálafjørðinum, tvey í Suðuroynni og eitt í Kollafirði. Freistin til øll er fríggjadagin

2022-02-16 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsutrygd hevur lýst seks kommunulæknastørv í trimum læknadømum leys at søkja, har freistin at søkja er á á middegi fríggjadagin.

Størvini skulu setast 1.juni ella eftir avtalu við Heilsutrygd. Tað skrivar Kringvarpið. 

Talan er fyri tað mesta um størv, ið hava verið leys í eina tíð. Trý eru á Skálafjørðinum, tvey í Suðuroynni og eitt í Kollafirði.

Í Suðuroynni er talan um eitt starv á Tvøroyri og eitt í Vági. Í Eysturoynni snýr tað seg um tvey í heilsudeplinum í Runavík og eitt á Strondum, og so er tað eisini tað í Kollafirði.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder