Innanlands

Søkja nú aftur eftir skúlastjóra í Vestmanna

Rok hevur verið um skúlastjórastarvið í Vestmanna síðani í summar. Nú er starvið lýst leyst

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-25 09:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla er nú lýst leyst at søkja. Í Vestmanna skúla eru 171 næmingar í 1. – 10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. 

Starvið verður sett frá 1. februar 2023 ella so skjótt sum til ber.

Rok var um skúlastjórasessin tá skúlaárið byrjaði í august. Alis Jóna Højsted, sum var sett sum skúlastjóri, endaði við at fara frá.

Freistin at søkja starvið er 14. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder