
Landsstýrið søkir nú eftir nýggjum løgmansstjóra, eftir at Marjun Hanusardóttir gevst vegna aldur 1. august.
Freistin at søkja starvið er 31. mai, og ætlanin er at avgerð verður tikin um setanina áðrenn juni mánaður er úti. Ein bólkur við trimum umboðum úr landsfyrisitingini og ein uttanhýsis ráðgevi stendur fyri setanartilgongdini.
Løgmansstjórin verður settur sum tænastufólk. Mánaðarlønin er góðar 74.000 krónur.
Umframt fakligar og persónligir eginleikar, sum kunu síggjast í sjálvari starvslýsingini so skal komandi løgmansstjórin eisini hava aðrar eginleikar.
Løgmansskrivstovan hevur eisini lagt út ein starvs- og persónsprofil til starvið, og her kann m.a. lesast, at løgmansstórin skal hava “politiskt tev uttan at vera partapolitiskur og eina greiða fatan um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eiga at galda í eini politiskari fyrisiting”.
Aðrir eginleikar, ið leitað verður eftir er, at viðkomandi skal duga “væl at lesa støður, lurta eftir ábendingum og at taka avgerðir út frá hesum” og skal tola “væl mótgongd, serliga tá tvídráttir koma orsaka av málum, ið tú ert partur í”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald