Mentan

Søkja nú rektara av nýggjum

Trígjar umsóknir vóru í fyrra umfari til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya – tað er ov lítið

2019-05-14 14:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá upprunaliga freistin var úti, vóru tríggjar umsóknir komnar til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya, harav ein varð mett ikki at uppfylla grundleggjandi krøvini til tílíkar umsóknir. Stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur tí eftir tilmæli frá setanarbólkinum gjørt av at lýsa starvið leyst av nýggjum, soleiðis at fleiri fáa høvi at søkja.

Í hesum sambandi er starvslýsingin dagførd, millum annað grundað á tær afturmeldingar, ið eru komnar til ta fyrru lýsingina.

Minni dentur verður lagdur á fyrisitingarligar og málsligar førleikar, og tað er ikki krav, at viðkomandi hevur granskingarførleikar. Fremsta uppgávan hjá rektaranum er at standa fyri leiðsluni á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at stovnurin veitir samfelagnum gransking og útbúgving á altjóða stigi.

Rektarin skal hava eina sterka akademiska bakgrund og evni at skapa undirtøku bæði innanhýsis og uttanhýsis. Samstarv við granskingarstovnar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og vinnulív bæði í Føroyum og uttanlands verður raðfest høgt.

Saman við leiðslu og stýri skal rektarin í heyst dagføra langtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum, og næstu fimm árini ganga á odda í arbeiðinum at styrkja støðuna hjá Fróðskaparsetrinum sum leiðandi vitanardepli í Norðuratlantshavi.

Fróðskaparsetrið hevur í dag 24 útbúgvingar, 144 starvsfólk og yvir 1000 lesandi.

Umsóknarfreistin er 28. mai, og rektarin byrjar í starvinum 1. september. Starvstíðin er fimm ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder