SÓKN Advokatar hava keypt Advokatvirkið Páll Nielsen. Bæði advokatvirkini hava heimstað í Tórshavn. Við keypinum fylgja verandi starvsfólk hjá fyritøkuni. Alt verandi virksemi heldur fram, men nú hjá Sókn Advokatum, har Páll nú kemur at starvast.
Páll Nielsen, advokatur, sigur, at avgerðin at flyta virksemið, byggir á ynski um at framtíðartryggja tænastuna hjá viðskiftafólkunum.
- Eg havi fylgt væl við gongdini hjá Sókn Advokatum síðan tey byrjaðu. Hetta er ein fyritøka við yngri og sera dugnaligum kreftum. Hetta tryggjar mínum viðskiftafólkum støðuga og professionella tænastu.
Sókn Advokatar fegnast somuleiðis um at hava fingið ein sera royndan og dugnaligan advokat í fyritøkuna.
- Páll Nielsen hevur nógv viðskiftafólk innan fakfeløgini. Hetta hóskar væl saman við restina av okkara virksemi. Keypið styrkir samstundis Sókn Advokatar bæði við vitan og royndum.
Keypið er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkið hjá Advokatvirkinum Páll Nielsen. Viðskiftafólkini hava enn somu kontaktpersónar sum áður, men fáa eisini teir fyrimunir, ið eru við at samstarva við eitt størri virki við fimm advokatum, skriva Sókn Advokatar á heimasíðu síni.
Starvsfólkini hjá Páll Nielsen flyta í næstum inn í Smæruna, har Sókn Advokatar húsast. Advokatvirkið Páll Nielsen hevur higartil hildið til á Skansavegi 1 í skrivstovusamstarvi við Advokatvirkið Sigmund Poulsen.
Sókn Advokatar byrjaðu sítt virksemi í 2016. Advokaternir í Sókn eru Jógvan Elias Winther Poulsen, Birita Sandberg Samuelsen, Mimi Steintórsdóttir og Eyðbjørn Larsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald