Innanlands

Sóknast eftir myndum av handlum

Nú søgan verður skrivað um føroysku handlarnar, sóknast Handilsvinnufelagið eftir myndum av handlum – Tað er Helgi Jacobsen, sum skrivar søguna um handlar í Føroyum

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2022-10-24 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Handilsvinnufelagið heitti í fjør á Helga Jacobsen um at skriva søguna um handlar í Føroyum. Søgan fevnir frá einahandilstíðini fram til dagin í dag, og í hesum sambandi sóknast Handilsvinnufelagið eftir myndum av handlum.

Allar myndir av handlum, innan sum uttan, sýnisgluggar og skeltir og ikki minst fólk við handilsdiskarnar, hava áhuga, og fólk, ið liggja inni við myndum, kunnu seta seg í samband við Handilsvinnufelagið í Vinnuhúsinum, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

– Helgi Jacobsen sigur, at fleiri áhugaverdir tættir verða lýstir í handilssøguni. Eftir fríhandilin í 1856 mentu handlarnir seg frá Einahandlinum til meginhandlar við eini rúgvu av úthandlum kring alt landið. Eftir aldarskiftið 1900 løgdust nógvir sjálvstøðugir handlar afturat.

– Talið á handlum og kioskum mundi vera í hæddini fyri einum 50 árum síðani. Síðani fór talið at minka, og í dag hava vit eitt mynstur, ið minnir nógv um støðuna stutt eftir fríhandilin við nøkrum fáum meginhandlum og samtøkum við úthandlum í teimum flestu størru bygdunum, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder