Innanlands

Sóknast eftir navni og búmerki til mentanarhøllina

Eiðis kommuna hevur skrivað út navna- og búmerkjakapping til mentanarhøllina á Eiði – Til ber at senda inn uppskot fram til 16. mai, og vinnadi uppskotið fær 3.000 krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-23 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eiðis kommuna sóknast eftir navni og búmerki til mentanarhøllina á Eiði, og hevur kommunan tí skrivað út navna- og búmerkjakapping.

Til ber at lata inn uppskot til navn, búmerki ella bæði, og hetta skal gerast í seinasta lagi mánadagin 16. mai klokkan 12.

Eftir freistin er farin, verða innkomnu uppskotini viðgjørd, og nevndin, sum er skipað av limum í Eiðis kommunu, tilskilar sær rætt til at velja ella vraka uppskot ella skriva út nýggja kapping, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Vinnandi navnið og vinnandi búmerkið fáa 3.000 krónur í part.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder