Innanlands

Sóknast eftir navni til mentanarhúsið í Klaksvík

Skipa fyri navnakapping og uppskotini skulu vera inni 3. november

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

(Mynd: Eyðun Høgnesen)

2021-10-14 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mentanarhúsið hevur verið eitt arbeiðsheiti, og nú sóknast kommunan eftir einum navni til verkætlanina sum fevnir um gamla Posthúsið, sum varð bygt í 1967 og eina stóra høll, sum verður bygd afturat.

Húsið skal eftir ætlan standa liðugt komandi summar, har tað kunnu sita 380 fólk inni í høllini. Tað er Grunnurin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur, byggir og skal reka húsið.

Endamálið við húsinum er at vera karmur um mentanarliga virksemið í býnum, við sjónleik, kvøldsetum, upplestri, sangi, tónleiki, fundum, framsýningum, ráðstevnum og ymiskum øðrum.

Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum mentanararvi, í tí mentan her býr og við tign, sum sømir seg einum mentaðum fólki.

Bygningurin er ikoniskur í skapi og brúki og kann lata endaveggin á pallinum upp oman móti og Vágsbøi.

Høllin hevur í skapi verið kallað eitt “tíðarbrot” – brot úr klokkuni. Ein steinur ella skrín, ið liggur í lendinum, sum letur seg upp í myrkrinum, har alskyns leikur spretta úr og spæl er inni har.

Í bygninginum, har umframt stóru høllina eisini er ein kafé, smærri spælistøð, verkstøð, skrivstovur, framsýningarstøð og ein býarsalur, skulu øll kenna seg væl og vera vælkomin – ein spennandi bygningur við einum vøkrum navni, sum tú setur á.

Soleiðis luttekur tú:
Uppskotið skal latast inn í tveimum aftulatnum brævbjálvum:

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við frágreiðing um hugskotið og grundgeving fyri, hví tú velur hetta heitið ella navnið. Merk brævbjálvan “Navnakapping Mentanarhúsið”.

• Ein brævbjálvi við uppskotinum sjálvum saman við navni á uppskotsstillara. Hetta fyri at nevndin ikki skal síggja navnið á viðkomandi undir viðgerðini. Merk brævbjálvan ”Luttakari og uppskot”.

Uppskot skulu sendast til: 

Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík

Nólsoyar Pálsgøta 32

Postsmoga 2

FO-710 Klaksvík 

og verða grunninum í hendi í seinasta lagi 3. november 2021 kl. 12.

Tað er stýri fyrð Grunnin handan mentanarhúsið, sum er dómsnevnd og skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini.

Vinnarin fær í virðislønin fyri vinnandi uppskotið kr. 10.000,-.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder