
Hvannasunds kommuna skrivaði herfyri út navnakapping.
Kommunan sóknast eftir einum navni til eina nýggja útstykking, sum er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og Svartakletti.
Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til endamálið, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Uppskot skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desember klokkan 13.
Ein virðisløn á 3.000 krónur verður latin fyri besta hugskotið. Kommunan skilir sær tó rætt til ikki at nýta vinnandi uppskotið.
Meira um navnakappingina kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald