Innanlands

Sóknast eftir stuttligum, áhugaverdum og minnisríkum søgum

100 ár eru liðin síðan Dronning Alexandrines Hospital, nú Landssjúkrahúsið, læt upp. Í tí ynskir sjúkrahúsið at hoyra søgur um eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-02-23 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag eru 100 ár liðin síðan Dronning Alexandrines Hospital, nú Landssjúkrahúsið, lat upp. Í hesum sambandi ynskir Landssjúkrahúsið at at savna stuttligar, áhugaverdar og minnisríkar søgur um sjúkrahúsið.

Ofta hoyra vit góðar søgur um eitt av føroya størstu arbeiðsplássum. Tó, hevur hetta aldrin verið skrivað niður, sigur Landssjúkrahúsið.

Hevur tú eina søgu, ert tú vælkomin at senda hesa til [email protected] ella við at senda eini boð til Landssjúkrahúsið á Facebook.

Allar søgurnar verða viðgjørdar í trúnaði og gjørdar persónsótengdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder