
Hevur tú ein umhvørvisjournalist í búkinum, ella ert tú ungur journalistur við brennandi áhuga fyri veðurlagsspurningum og umhvørvismálum? So er møguleiki fyri at søkja um at vera við í eini norðurlendsk-kanadiskari samstarvsverkætlan um umhvørvisjournalistikk.
Sóknast verður eftir 16 fólkum í aldrinum 18-25 ár at luttaka í Nordic-Canadian Fellowship in Environmental Journalism, sum er partur av norðurlendska mentanarátakinum Nordic Bridges, sum verður um alt Kanada í 2022. Har verða Føroyar eisini við.
Av teimum 16 fólkunum, sum sleppa við, verða átta úr Norðurlondum og átta úr Kanada.
Verkætlanin gevur ungum úr Norðurlondum og Kanada møguleika fyri at læra og samstarva um umhvørvisjournalistikk, skriva greinar, tíðindafrágreiðingar og gera ymiskt tilfar til vitjandi á Nordic Bridges og til størri málbólkar. Verkætlanin byrjar í juni 2021 og heldur fram til árslok 2022, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Freistin at søkja er 23. apríl 2021.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald