Innanlands

Sóknast eftir uppskotum til Ársins Fyrstihjálpari 2022

Ársins Fyrstihjálpari verður tilnevndur hósdagin 9. februar 2023

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2022-11-05 10:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reyði Krossur sóknast nú eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2022.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Og eins og seinasta ár, verður eisini Ársins Barnaheiður latin børnum, ið hava útint serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Við tiltakinum Ársins Fyrstihjálpari ynskir Reyði Krossur at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Ársins Fyrstihjálpari fær heiðursbræv og eina peningagávu, ið Betri letur.

Uppskot kunnu sendast til Reyða Krossi á heimasíðuni, á [email protected], ella við brævi.

Freistin at senda uppskot inn til Ársins Fyrstahjálpara 2022 er 16. januar 2023.

Ársins Fyrstihjálpari verður tilnevndur hósdagin 9. februar 2023, kl 15 í hølunum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder