2024-03-25 08:25
Løgreglan sóknast eftir vitnum til eina hending, sum fór fram í Havn fríggjakvøldið.
Tað var beint fyri klokkan 23, at ein maður varð álopin beint við Bowlinghøllina á Hálsi. Maðurin fekk so mikið at skaða, at hann mátti á sjúkrahúsið til viðgerðar.
– Um onkur hevur sæð okkurt ella kennir til tilburðin, heita vit á tey um at seta seg í samband við okkum, so vit kunnu fáa lýst málið so væl sum gjørligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald