Innanlands

Sóknast eftir vitnum til harðskapsmál í býnum

Ein 77 ára gamal maður varð álopin av trimum monnum um hálvgum trý-tíðina í nátt, og vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt í sambandi við málið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-24 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um harðskapsmál í miðbýnum í Havn.

Klokkan 2.25 var ein 77 ára gamal maður álopin við krossvegin við Sverrisgøtu og Tróndargøtu.

Tað, sum løgreglan veit er, at ein bilur koyrdi tætt við mannin, og so steðgaði bilurin, og tríggir mans lupu úr bilinum og løgdu á mannin. Ein skumpaði mannin so mikið hart, at hann datt og smekkaði høvdið í. Eftir álopið koyrdi bilurin av stað aftur við monnunum.

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum hava sæð okkurt í sambandi við hendingina, sigur vaktleiðarin á politistøðini

Hitt harðskapsmálið hendi í Steinatúni millum klokkan hálvgum seks og seks. Løgreglan er enn í ferð við at kanna málið, og tí fáa tey á politistøðini ikki sagt so nógv um hetta.

Dagførd kl. 10.46

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder