Uttanríkis- og fiskimálaráðið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Vørn.
Stjórin hevur evstu ábyrgd á stovninum, tryggjar dagliga raksturin og skal saman við deildarleiðslunum virka fyri, at Vørn verður rikið sum ein samlað eind.
Høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum verða at tryggja dygdargóða umsiting og fiskiveiðieftirlit, at tryggja væl skipaða leiting og bjarging á føroyskari havleið, at tryggja góða samskipan viðvíkjandi tilbúgving og samfelagstrygd, og at tryggja eina vælvirkandi veðurtænastu, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið.
Kandidatútbúgving frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu javnsetast við slíka útbúgving er eitt krav. Eisini skulu umsøkjarar hava holla fakliga vitan, innlit í almenna fyrisiting, politiskt tev, og innlit í altjóða viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri virksemið hjá Vørn.
Freistin at søkja starvið er 16. oktober klokkan 12.
Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn hevur verið virkandi stjóri, síðan Óli Hans Olsen fór frá sum stjóri 1. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald