
Apple hevur kunngjørt roknskapin fyri seinasta árfjórðing, og úrslitið er betur enn væntað, hóast sølan er minkað trý prosent.
Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Sølan av iPhone er minkað 10,5 prosent í øðrum ársfjórðingini í mun til í fjør.
Samlaða sølan av iPhone í hesum ársfjórðinginum var knappar 46 milliardir dollarar, ella 313 milliardir krónur. Hetta eru knappar 35 milliardir krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør.
Hetta vísir roknskapurin hjá fyritøkuni fyri annan ársfjórðing í roknskaparárinum, sum er fyri fyrstu tríggir mánaðirnar í árinum.
Hóast sølan er minkað, var avlopið stórt. Heilar 23,5 milliardir dollarar ella 163 milliardir krónur lógu eftir á botnlinjuni fyri hendan ársfjórðingin.
Orsøkin til lægri sølu eru kappingarneytarnir Huawei og Samsung, sum vinna marknaðarpart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald