
2. september var boðað frá, at Skeljungur hevði avgjørt, at geva Sp/f Orkufelagnum einkarætt, til at samráðast um keyp av partabrøvunum, í dótturfelagnum P/F Magn. Hetta var grundað á, eitt keypstilboð frá Sp/f Orkufelagnum.
Sp/f Orkufelagið hevur nú boðað frá, at fyrivarni í samband við fígging og due diligence, eru strikaði, tí viðurskiftini eru í lagi.
Søluprísurin fyri P/F Magn, er óbroyttur í mun til tað, sum áður er fráboðað. Tvs. at prísurin er DKK 615 milliónir, áðrenn fíggjarligar skyldur (enterprise value).
Skeljungur hevur gjørt av, at luttaka í fíggingini av Sp/f Orkufelagnum, við at skjóta upp til 23% av sølupeninginum fyri P/F Magn, í Sp/f Orkufelagið. Harvið kemur Skeljungur, at eiga upp til 49% av Sp/f Orkufelagnum.
Sølan verður eftir ætlan endalig, seinni í November.
Sp/f Orkufelagið, er føroyskt felag, við royndum innan orku- og tænastuvinnu. Teitur Poulsen er nevndarformaður í Sp/f Orkufelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald