Mentan

Sølan byrjar á middegi í morgin

Julius í Likkudali 2 verður bara sýndur síðst í novembermánað. Frumsýningin verður 22. november

2024-10-31 13:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi í morgin verða atgongumerkini til Julius í Likkudali 2 sett til sølu.

Fyri tveimum árum síðani gingu atgongumerkini sum heitt breyð, og útselt varð eftir fáum minuttum. Tað sama kann væntast aftur hesaferð.

Hetta er nevniliga tveyarin av sangleikinum Julius í Likkudali, sum ferð eftir ferð var sýndur fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum fyri tveimum árum síðani.

- Sangleikurin snýr seg um somu familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð, at hann skal vera sirkusstjóri til stóra jólasirkusi í Likkudali. Men av serligari ørsøk venda hansara tankar til heldur at halda jól í Gran Canaria, tá ein skótagenta, sum selur lutaseðlar, bankar á dyrnar. 

Sangleikurin er fyri alla familjuna.

Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Beinir Troest Rasmussen hevur snikkað fimm nýggjar sangir til familjusangleikin.

Julius í Likkudali 2 verður sýndur síðst í novembermánað. Frumsýningin verður 22. november.

Atgongumerkini verða sett til sølu á nlh.fo í morgin klokkan 12.

[object Object]Sasho Bjartsson (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder