Innanlands

Sølan lægri í mun til 2020

Fyri allar tríggjar vørubólkarnar er sølan lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-03-30 17:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast sølan sum vanligt hækkar frá 3. til 4. ársfjórðing, vísir uppgerðin av smásølu fyri 4. ársfjórðing 2021 m.a., at sølan innan allar vørubólkarnar er lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021, skrivar Hagstovan.

Fyri allar tríggjar vørubólkarnar – "matur og alkoholfríar drykkjuvørur", "klædnavørur og fótbúnaður", og "húsbúnaður og húsarhaldsútgerð" – er sølan lækkað frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021.

Orsøkin er helst tann, at korona hevði við sær, at møguleikarnir at ferðast uttanlands 4. ársfjórðing 2020 vóru sera skerdir, og skerdu møguleikarnir at keypa uttanlands høvdu síðani við sær, at innanlands sølan vaks 4. ársfjórðing í 2020 í mun til somu tíðarskeið undanfarin ár. Sum árið í fjør leið, vóru nógvar koronuavmarkingar linkaðar, og tí kann hetta aftur hava ávirkað, hvar føroyingar hava valt at brúka pengarnar, skrivar Hagstovan.

Fyri matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur var sølan seks prosent hægri frá 3. ársfjórðingi til 4. ársfjórðing 2021. Frá 4. ársfjórðingi til sama tíðarskeið í 2020 er sølan lækkað tvey prosent, meðan prísirnir hava staðið í stað.

Minkaða sølan samanborið við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð.

4. ársfjórðing 2021 var sølan eitt prosent lægri, og prísurin hækkaði tvey prosent samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Men eins og vanligt hækkaði sølan frá 3. ársfjórðingi til jólasøluna 4. ársfjórðing 2021, hesa ferð við 26 prosent.

Tað er vanligt, at sølan av klæðum og fótbúnað hækkar frá 3. ársfjórðingi til jólasøluna 4. ársfjórðing, og í 2021 var hækkingin hetta tíðarskeiðið 29 prosent, meðan hon frá 3. til 4- ársfjórðing 2020 var 50 prosent.

Men eins og við bæði mati og húsbúnaði, ávirkar óvanliga høga sølan frá 4. ársfjórðing 2020, eisini klæðir og fótbúna, tá sølan í 2021 verður samanborin við søluna árið fyri. Sølan lækkaði 8 prosent frá 4. ársfjórðingi 2020 til 4. ársfjórðing 2021. Prísurin lækkaði tvey prosent hetta tíðarskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder