Innanlands

Sølan nógv økt seinastu árini

Greining av gongdini hjá orkufeløgunum Effo og Magn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-20 11:27 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Í Føroyum hava vit nú trý feløg, sum selja og veita tænastur innan oljusølu. Hesi feløg eru P/F Magn, P/F Effo og so Sp/f Krafta, sum var stovnað i 2023.

Í hesi greiningini vilja vit tó einans vísa almenn roknskapartøl frá Magn og Effo, sum bæði ígjøgnum nógv ár hava virkað í Føroyum, og í stóran mun hava deilt um vinnuliga og privata marknaðin í Føroyum. Hvussu tað fer at merkja kappingina, nú ein nýggjur aktørur, Krafta er komin inn á marknaðin, fara vit væntandi at frætta meira um komandi árini.

[object Object]

Sølan er nógv økt síðstu árini
Tað hevur verið rættiliga javn býtið av søluni millum Effo og Magn síðstu 20 árini. Onkur ár hevur Magn verið eitt sindur omanfyri og onkur ár hevur Effo verið fremri. Nøkur ár hevur eisini óvanliga javnt millum feløgini.

Um vit hyggja nærri eftir sølutølunum samanlagt síðstu 20 árini, kunnu vit síggja hetta marknaðarbýti av søluni.

[object Object]

Hesi síðstu 20 árini hevur Effo selt fyri yvir 16 mia.kr. og hevur havt ein samlaðan marknaðarpart á 51,2 prosent, meðan Magn hevur 48,8 prosent í marknaðarparti fyri sína sølu á 15,3 mia.kr.

Sølan hjá bæði Magn og Effo øktist annars munandi í 2022, og fyri fyrstu ferð nakrantíð fór sølan hjá báðum feløgunum langt uppum milliardina.

Tó kunnu vit viðmerkja at tað sæst ein ávís broyting í tølunum síðani 2020. Tað sæst á tølunum, at Effo hevur munin á søluni síðstu fýra árini. Serliga er sølan hjá Effo væl hægri í 2023, tá sølan hjá Effo var 357 mió.kr. hægri enn hjá Magn.

Samlaða sølan hjá Effo í 2023 var 1.417 mió.kr. sammett við 1.060 mió.kr. hjá Magn.

Sambært leiðslufrágreiðingina hjá Magn fyri 2023 verður greitt frá at serliga minking av sølu til útlendsk skip er ein av orsøkunum til fallið í søluni á 433 mió.kr. í 2023. Uttan at hetta stendur beinleiðis verður mett at revsitiltøkini mótvegis russiskum skipum í føroyskum havnum hava havt sína ávirkan.

Í leiðslufrágreiðingini hjá Effo fyri ársfrágreiðingina 2023 stendur at fallið í søluni, sum var 181 mió.kr. stavar eitt nú frá minking av sølu til útlendsk skip, herundir russisk skip, eftir revsitiltøkini komu í gildið í føroyskum havnum. Ávís minking er eisini í sølu av brennuolju til sethús og til akfør, meðan sølan til skip og virkir veksur.

Roknskapartølini hjá P/F Effo og P/F Magn

[object Object]

Tað má staðfestast, at bæði feløgini, Effo og Magn, hava havt rímuliga góð úrslit síðstu árini.

Um vit hyggja eftir tølunum síðani 2020, so kann síggjast at Effo hevði besta úrslitið í 2020.

Síðani hevði Magn bestu úrslitini í 2021 og 2022, har Magn hevði 48,2 mió.kr. í avlopið sammett við 39,8 mió.kr.

Í roknskapunum fyri 2023 er aftur vend komin í, soleiðis at Effo hevði eitt ársúrslit á 49,5 mió.kr., meðan Magn hevði 32,1 mió.kr. í ársúrsliti, sum var 16,1 mió.kr. verri enn í 2022.

Ein av orsøkunum til minkaða ársúrslitið hjá Magn er umframt fallið í søluni í 2023, somuleiðis at felagið hevði 16,8 mió.kr. í netto rentuútreiðslum í 2023, meðan Effo bert hevði 5,7 mió.kr. í netto rentuútreiðslum.

[object Object]

Fíggjarstøðan hjá P/F Magn og P/F Effo

[object Object]

Stórur munur er á fíggjarstøðuni hjá Effo og hjá Magn.

Størsta orsøkin til stóra munin er, at Effo kom á føroyskar hendur og fekk nýggjar partaeigarar í 2007 meðan Magn fekk nýggjar eigarar í 2021.

Eigaraskiftið í 2021 og fígging av hesum er beinleiðis orsøkin til, at langfreistaða skuldin hjá Magn er væl størri enn hjá Effo umframt at eginpeningurin eisini er væl lægri.

Tó skulu vit beinanvegin siga, at Magn framvegis hevur eitt somikið gott rakstraravlop, at ein langfreiðsta skuld á 200 mió.kr. als ikki er nakar stórur fíggjarligur váði, um verandi rakstrarlønsemi heldur á fram.

Lyklatølini
Um hugt verður eftir fíggjarligu lyklatølunum, so mugu vit staðfesta at Effo er eitt fíggjarliga væl sterkari felag enn Magn við árslok 2023. Serliga tá hugt verður eftir eginpeninginum og trygdarevninum. Effo hevði í 2023 eitt trygdarevni á 37 prosent meðan Magn hevur eitt trygdarevni á einans 7,4 prosent.

[object Object]

Ognaravkastið og yvirskotsgradin var tó í 2023 eitt sindur betur hjá Magn (16,5 prosent) sammett við Effo (15,4 prosent).

Somuleiðis er yvirskotsgradin hjá Magn (5,6 prosent) eitt sindur betur enn hjá Effo (4,8 prosent) í 2023.

[object Object]

Marginalarnir í yvirskotsgradini eru lækkaðir hjá Effo síðstu átta árini meðan Magn liggur á átta ára miðal marginalinum í 2023.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder