Innanlands

Sólarmyrking – í Føroyum fer mánin av fjala 91 prosent av sólini

Tað lítla av sólarljósi, sum sleppur fram við ovara kanti av mánanum, fer at lýsa líka væl sum fult sólarljós

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-15 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

12. august verður sólarmyrking, ið røkkur úr Evropa um Atlantshav norður til Grønlands. Her í Føroyum verður tó ikki full sólarmyrking.

Henda dagin fer mánin at leggja seg fyri sólina, og har tað er full sólarmyrking, verður tað eina løtu myrkt, sum var tað niðunátt, eins og vit upplivdu tað her í Føroyum í 2015.

Veðurstova Føroya skrivar, at í Føroyum verður sólarmyrking 91 prosent. Tað lítla av sólarljósi, sum sleppur fram við ovara kanti av mánanum, fer at lýst líka væl sum fult sólarljós.

Tí verður løtan ikki nógv øðrvísi enn vanligt, skrivar Veðurstovan. Kanska eitt sindur kámt, sum tá ið tað er támut veður ella samdrigið av einum høgum skýlagi. 

Er nóg klárt, verður møguleiki at at síggja mánan leggja seg fyri sólina og fjala 91 prosent av henni. Men um ein vil síggja hetta, er neyðugt at brúka rættar brillur – eins og í 2015!

Hóast 91 prosent av sólini eru fjald, er ljósið, sum er eftir, so bjart, at næstan eingin munur sæst. Hitin kann fella nøkur stig. Í 2015 fall hitin eini 4-5 stig løtuna, tað var myrkt. Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, væntar, at hitin fer at fella 2-3 stig hesaferð.  

Sambært heimasíðuni timeanddate.com fer mánin at fjala alla sólina uttan tann ovasta partin. Ein hálvmánaskapað sól fer at síggjast liggjandi (ella standandi) á hornunum beint oman fyri mánan klokkan 18:54.

Frá tí, at mánin byrjar at leggja seg fyri sólina, til alt er liðugt, gongur 1 tími og 54 minuttir. Tað byrjar klokkan 17:56 og endar klokkan 19:50.

Tá myrkingin byrjar, er sólin í útsynning vestan úr Føroyum, vinkulin millum havsbrúnna upp til sólina er 24 stig. Tá ið myrkingin er upp á tað mesta, er sólin í beinum vestri, 17,5 stig oman fyri havsbrúnna. Tá ið alt endar, er sólin eitt sindur oman fyri vestan, 11 stig oman fyri havsbrúnna.

Fulla sólarmyrkingin kann hesa ferð upplivast á einum belti úr Mallorka, Norðurspania, vestara part av Íslandi og í Eysturgrønlandi.

[object Object]
(Mynd: timeanddate.com)
 

Herundir nakrar myndir, sum Jens Kr. Vang tók av sólarmyrkingini í 2015

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder