Uttanlands

Sólblóman í Norðurlandahúsinum

Nú verður lættari hjá fólki við ósjónligum avbjóðingum at vitja Norðurlandahúsið, tí húsið er nú við í sólblómuskipanini

Samfelagið gongur við tí rúkandi ferð, og krøvini gerast størri. Tað kemur fyri, at vit eru noydd at biðja onnur um at geva okkum tíð, tol og hjálp. Við sólblómubandinum kanst tú ella onkur av tínum lætt og greitt siga frá, at tú ella tey hava tørv á toli og hjálp, sigur Gunn Hernes

Samfelagið gongur við tí rúkandi ferð, og krøvini gerast størri. Tað kemur fyri, at vit eru noydd at biðja onnur um at geva okkum tíð, tol og hjálp. Við sólblómubandinum kanst tú ella onkur av tínum lætt og greitt siga frá, at tú ella tey hava tørv á toli og hjálp, sigur Gunn Hernes

2024-02-06 20:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður lættari hjá fólki við ósjónligum avbjóðingum at vitja Norðurlandahúsið, tí húsið er nú við í sólblómuskipanini.

- Um armurin er í gipsi ella tú gongur við høkjum, er tað lætt hjá øðrum at síggja, at tú kanska hevur tørv á hjálp til eitt nú at lata hurðar upp ella okkurt annað. Hinvegin, um tú hevur autismu, heilaskaða, angist, ella aðrar ósjónligar avbjóðingar, er tað ikki lætt hjá øðrum at vita, at tú kanska hevur tørv á hjálp.

Norðurlandahúsið er nú við í sólblómuskipanini, sum stuðlar teimum, ið hava ósjónligar avbjóðingar. Endamálið er at veita trygd og atkomu til allar gestir í Norðurlandahúsinum.

Av tí at Norðurlandahúsið nú eru partur av sólblómuskipanini, eru starvsfólkini lærd at hjálpa gestum við sólblómubandi. Grøna bandið við sólblómum er ætlað at vera ein hjálp til teirra, ið hava ósjónligar avbjóðingar. Tá tú hevur hetta bandið, síggja starvsfólkini, at tú kanska hevur tørv á hjálp, tíð ella toli.

- Samfelagið gongur við tí rúkandi ferð, og krøvini gerast størri. Tað kemur fyri, at vit eru noydd at biðja onnur um at geva okkum tíð, tol og hjálp. Við sólblómubandinum kanst tú ella onkur av tínum lætt og greitt siga frá, at tú ella tey hava tørv á toli og hjálp. Tú gert sjálv/-ur av, nær tú brúkar bandið - hvørt tað er til eina ávísa støðu, t.d. í kaféini, í móttøkuni ella tá tú stendur í kø at fara inn í høllina. Við sólblómuskipanini vóna vit, at Norðurlandahúsið er eitt mentanarhús, har øll trívast og kenna seg at vera vælkomin, sigur Gunn Hernes, stjóri

Tú fært sólblómubandið í móttøkuni í Norðurlandahúsinum.

Skipanin við sólblómubandinum kom í lag sum eitt samstarv millum Gatwick flogvøllin í Onglandi og felagsskapir hjá rørslu- og menningartarnaðum og varð fyrstu ferð sett í verk á flogvøllinum í 2016. Nýtslan av sólblómubandinum hevur síðani breitt seg kring allan heim sum súmbolið hjá fólki við ósjónligum avbjóðingum.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder