Uttanlands

Soleiðis er støðan í Paris

Notre Dame hevur fingið stórar skaðar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-16 08:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ógvusligur eldur herjaði Notre Dame dómkirkjuna í Paris í gjár og í nátt. Í alt gjárkvøldið og í alla nátt hava sløkkiliðsfólk arbeitt við at basa eldinum. Klokkan 2 í nátt boðaði sløkkiliðið frá at tamarhald var á eldinum, men enn verður arbeitt við at sløkkja eldin.

Umfatandi skaði er hendur á dómkirkjuna, og stórir partar av takinum umframt spírið eru dottið niður. Tey tvey víðagitnu kirkjutornini umframt framsíðan á kirkjuni standa enn. Fleiri virðismiklir ognarlutir, sum t.d. listaverk, eru bjargaðir, millum annað Kristi Trónakrúna.

Enn er ikki vist hvussu eldurin kyknaði, men myndugleikarnir útiloka at eldur er settur á. Fyrstu kanningar týða á, at eldur er komin í av einum óhappi við umvælingararbeiði í dómkirkjuni.

Tvey løgreglufólk og eitt sløkkiliðsfólk hava fingið smærri skaðar í bjargingararbeiðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder