2021-12-17 20:11

Jólahøgtíðin nærkast, og við henni fylgja nógv ting - millum annað broytingar í bussleiðini í Tórshavn.
Á heimasíðu sínari hevur Tórshavnar kommuna gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu koyrt verður - og um tað yvirhøvur er - teir vanligu høgtíðsdagarnar:
24. desember
Koyrt verður frá kl. 10 til 16
Leið 1, 2, 3 og 4 koyra eina ferð um tíman
Leið 8 koyrir ikki
25. desember
Eingin koyring
26. desember
Bussarnir koyra sum sunnudag
31. desember
Koyrt verður frá kl 10 til 16
Leið 1, 2, 3 og 4 koyra eina ferð um tíman
Leið 8 koyrir ikki
1. januar
Eingin koyring
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald