Innanlands

Soleiðis sær út á Elduvíkarvegnum

Elduvíkarvegurin er stongdur fyri allari ferðslu

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-02-26 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein heilt stór nøgd av tilfari er komið oman á Elduvíkar vegin. Hesum boðar Landsverk frá, sum samstundis sigur, at vegurin er stongdur fyri allari ferðslu.

Blot er komið í kavan og nógv avfall hevur verið, og tað er lopið.

Landsverk upplýsir at 200 metrar av autoverju er farin. Í morgin verður støða tikin til hvussu farast skal fara fram og nærri kunning kemur tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder