Hann kostar 2,3 milliardir krónur, er ein av heimsins størsti av sínum slagi, og er staðsettur á toppinum Haleakalā-gosfjallinum á Maui í Hawaii. Spegilkikarin (teleskopi) Inouye hevur nú givið eina nýggja mynd av, hvussu yvirflatan á Sólini sær út. Hetta skrivar tv2.dk.
Áður hevur bert ljós og eldur verið at sæð frá sólini, men granskarar frá Inouye Solar Telescope Project hava nú sæð nøkur ting í bygnaðinum, ið líkjast gullklumpum. Hesir smáu "klumparnir" eru áleið á stødd við Frakland.
Inouye sæst her á Maui (Mynd: NSO/NSF/AURA)
Thomas Rimmele, stjóri fyri Inouye Solar Telescope Project, sigur, at ongantíð hevur yvirflatan á sólini verið at sæð í slíkari góðsku. Innan tað næsta hálva árið, fer Inouye at verða fult virkið, og so fer greiða at fáast á fleiri viðurskiftum viðvíkjandi sólini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald