Innanlands

Sólja Remisdóttir Veyhe vart ph.d. á Syddansk Universitet

Vestmannakvinnan skrivaði, um ávirkanina sum ávísar viðgerðir av blóðkrabba hava

Mynd: gransking.fo/privatmynd - Á myndini er ph.d.-kandidaturin, sum sær við blómutyssi, saman við høvuðsvegleiðara og metingarnevndini

Mynd: gransking.fo/privatmynd - Á myndini er ph.d.-kandidaturin, sum sær við blómutyssi, saman við høvuðsvegleiðara og metingarnevndini

2025-02-25 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 18. februar vardi Sólja Remisdóttir Veyhe ph.d.-ritgerð sína um ávirkanina av ávísum viðgerðum av blóðkrabba.  

Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari

Ritgerðin ber heitið: "Molecular Characterization of Chronic Lymphocytic Leukemia During Treatment."

Málið við verkætlanini var at kanna molekyleru broytingarnar í eftirverandi krabbakyknunum hjá krabbasjúklingum, ið fingu viðgerð við heiliváginum ibrutinib.

Heimasíðan gransking.fo skrivar at Sólja Remisdóttir Veyhe hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Klinisk Institut á Syddansk Universitet og hevur arbeitt á Hæmatologisk Afdeling X, OUH. Vestmannakvinnan hevur verið knýtt at Hæmatologisk-Patologisk forskningslaboratorium.

Charlotte Guldborg Nyvold, professari á OUH, hevur verið høvuðsvegleiðari og Henrik Frederiksen, professari á OUH,  Karen Dybkær, professari á Aalborg UH,  og Karen Juul-Jensen, leiðandi yvirlækni á OUH hava verið hjávegleiðarar.

- Í metingarnevndini vóru Tycho Baumann, lektari, á Universidad Complutense Madrid, Lasse Sommer Kristensen, lektari á Aarhus Universitet, og Mikkel Terp., lektari á Syddansk Universitet.

Les meira um ritgerðina og ein samandráttt her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder