Innanlands

Sóljugarður í Sandavági skal út- og umbyggjast

Kostnaðurin fyri verkætlanina, sum CJ Bygg skal standa fyri, er 5,8 milliónir. Klárt verður at fara í gongd við dagstovnin skjótt, og arbeiðið er mett at taka tíggju mánaðir

Talan er um eina útbygging á uml. 150m2 og umbygging av 80m2. Eftir útbyggingina hevur dagstovnurin fingið eina dagførda vøggustovu, verkstað og nýggj starvsfólkahølir, skrivstovu og fundarhøli

Talan er um eina útbygging á uml. 150m2 og umbygging av 80m2. Eftir útbyggingina hevur dagstovnurin fingið eina dagførda vøggustovu, verkstað og nýggj starvsfólkahølir, skrivstovu og fundarhøli

2024-02-28 19:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við CJ Bygg um arbeiði at út- og umbyggja dagstovnin Sóljugarð í Sandavági.

Talan er um eina útbygging á uml. 150m2 og umbygging av 80m2. Eftir útbyggingina hevur dagstovnurin fingið eina dagførda vøggustovu, verkstað og nýggj starvsfólkahølir, skrivstovu og fundarhøli.

Arbeiðið bleiv boðið út í høvuðsarbeiðstøku, og var lisitatión á kommunuskrivstovuni 18. januar 2024, har fýra tilboð komu inn. CJ Bygg bjóðaðu sær at gera arbeiði fyri kr. 5.878.614,50 - slakar seks milliónir krónur.

Í næstum verður uppstartsfundur, og síðani verður gjørt klárt til at fara í gongd. Arbeiði fer eftir ætlan at taka 10 mánaðir.

Vága kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder