Kringvarpið skrivar, at Søllerød Kro, ið fyri kortum vann heiðurin sum Ársins matstova - The Nordic Prize, vann í gjár aftur eina viðursløn. Hetta var heiður, ið Alt om København hjá Berlingske letur á hvørjum ári. Hesaferð vann søguliga matstovan á Norðursælandi ársins service-uppliving, sum AOK hjá blaðnum Berlingske letur 19. árið upp í slag. Hetta var ein av virðislønunum undir heitinum "Byens Bedste"
Jan Restorff hevur í 20 ár verið matstovuleiðari á Søllerød Kro, ið er frá 1677. Hann hevur ábyrgd av tænastuni, og eisini í gjárkvøldið gekk hann runt í matstovuni í Holte og hjápti kundunum, ið noyðast av við nøkur oyru fyri at eta og drekka á matstovuni við Michelin-stjørnu. Tí var tað 26-ára gamli tænaralærlingurin úr Klaksvík, Høgni Olsen, sum tók ímóti virðislønini fyri frágerða góðu tænastuna. Hetta var á Kunsthal Charlottenborg í Keypmannahavn
(Lærlingurin hjá Jan úr Klaksvík við virðislønini)
Á kvf.fo stendur, at virðislønin var í stóran mun stílað beinleiðis til Jan Restorff, tí í grundgevingunum fyri heiðurin stendur millum annað:
"Á Søllerød Kro lesur Jan Restorff innastu tankarnar hjá gestunum av og syrgir fyri, at eisini tað, sum ikki verður sagt, verður nøktað".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald