2021-12-22 09:52

Tað var heldur hált í nátt og tíðliga í morgun, og tað fekk ein bilførari, ið skuldi um Gøtueiði at merkja.
Talan varð um eitt soluóhapp í hálkuni næstan heilt uppi á Gøtueiði, har bilurin fór nakað av vegnum, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Tórshavn.
Persónurin fekk tó ongan skaða, og bilurin fekk heldur ikki nevniverdan skaða.
Annars var tað ógvuliga friðarligt hjá løgregluni í nátt og soleiðis er fyri tíðina - eitt slag av "koronutilstandi" verður sagt av støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald