Innanlands

Sólrun og Jóhanna prógv við serritgerð um korona

Serritgerðin ber heitið “Antibody Response in COVID-19 Positive Individuals in the Faroe Islands”, har Sólrun og Jóhanna lýsa gongdina við andevnum hjá teimum, ið hava verið sjúk við COVID-19 í Føroyum

2021-06-19 13:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinasta árið hava Jóhanna Ljósá Hansen og Sólrun Larsen verið virknar á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Tær hava skrivað serritgerð til M.Sc. í Læknavísindi við ídnaðar sergrein við Universitetið í Aalborg, men royndir og arbeiði varð gjørt í Føroyum.

Jógvan Páll Fjallsbak frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava verið hjávegleiðarar. Tey fegnast um góða samstarvið og møguleikan hjá lesandi at arbeiða við viðkomandi verkætlanum á stovnunum.

Serritgerðin ber heitið “Antibody Response in COVID-19 Positive Individuals in the Faroe Islands”, har Sólrun og Jóhanna lýsa gongdina við andevnum hjá teimum, ið hava verið sjúk við COVID-19 í Føroyum. Úrslitini eru áhugaverd, t.d. verður víst at andevni minka fyrsta hálva árið, og síðani eru støðug, og eisini at m.a. aldur hevur ávirkan á mongd av andevnum. Komandi tíðina verður meira at frætta um hetta í vísindaligum greinum.

Hósdagin 17. juni var væleydnað próvtøka á netinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder