Tú kemur neyvan tættari á Føroyar. Soleiðis lýsir føroyska ferðamannaskrivstovan, Make Travel, ein serligan túr til Føroya ætlaður danskarum fyrst í oktober mánaði.
Ferðaleiðari verður Sólrun Løkke Rasmussen, kona fyrrverandi danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen. Og fyrrverandi stjórnarleiðarin verður eisini ein partur av ferðatilboðnum.
Tá ferðalagið vitjar við Gjógv tann fyrsta dagin fer maður Sólrunar, fyrrverandi danski forsætisráðharrin, at greiða ferðalagnum frá sínum alski til Føroyar.
Og Lars Løkke er ikki einasta ”stjørna”, sum ferðalagið sleppur at uppliva. Eisini guðssonur Sólrunar, tvífaldi Michelin-kokkurin á Koks, Pól Andreas Ziska, fer at greiða frá um føroyska og norðurlendska matlist og geva smakkiroyndir.
Talan er um ein fýra-daga túr fyri 13.990 krónur.
Fyrstu náttina verður gist á Gjáargarði. Annan dagin verður farið til Havnar, ein túrur við Norðlýsinum og á matstovuni Katrina Christiansen eru við á skránni og gist verður á Hotel Tórshavn.
Triðja dagin verður vitjað í Tinganesi og løgtinginum, áðrenn farið vestur í Vágar at luttaka í slaktinum í Bø og gist verður í Café Fjørðoy í Sørvági.
Fjórða dagin er ein siglitúrur út í Tindhólm á skránni áðrenn farið verður við flogfarinum aftur til Danmarkar.
Lars Løkke Rasmussen sigur við Danmarks Radio í dag, at tað altíð hevur verið eitt ynski hjá serliga Sólrun at skipað fyri slíkum túrum. Nú eru stundir til slíkt, og til endamálið hava hjúnini tí stovnað eitt smápartafelag, sum hevur fingið navnið Sollar Aps.
Føroyatúrurin verður gjørdur saman við føroyska ferðaskrivstovuni Make Travel, sum Maria Samson og Kent L. Christensen eiga og reka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald