Innanlands

Sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast

Ymiskt verður gjørt í Vágsbotni næstu mánaðirnar

Mortan Johannesen, Carl August Arge, Heðin Mortnesen, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen (Mynd: Torshavn.fo)

Mortan Johannesen, Carl August Arge, Heðin Mortnesen, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen (Mynd: Torshavn.fo)

2021-02-06 17:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Væl umtókta sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Teir báðir Mortan Johannesen og Carl August Arge kenna Sølutorgið í Vágsbotni sum sín egna lumma, og tí verða teir tiknir við uppá ráð.

Teir hava verið á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í Byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í Havnarnevndini.

Mortan og Carl August hava nógvar spennandi hugsanir um, hvussu Sølutorgið í Vágsbotni kann nútímansgerast - millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri.

Heðin Mortensen sigur við útvarpið, at arbeiðið verður liðugt í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder