Innanlands

Sólvá Jacobsen skal verja sína ph.d.-ritgerð á Fiskastykkinum

Hetta næsta mikudagin, 14. mai klokkan 14. Sólva Jacobsen hevur granskað og skrivað ph.d.-ritgerð, sum millum annað hevur sjóneykuna á tosk

2025-05-06 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin 14. mai klokkan 14 fer Sólva Jacobsen at verja sína ph.d.-ritgerð.

Hetta skal granskarin gera á einum heldur serstakum staði: Á Fiskastykkinum í Sandavági.

Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Sólva Jacobsen hevur granskað og skrivað ph.d.-ritgerð innan fisk og umvørvið. Heitið er: Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”.

Sum ph.d.-lesandi hevur Sólvá Jacobsen verið starvssett á Havstovuni og innskrivað á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya. 

Karin Margretha Húsgarð Larsen frá Havstovuni er høvuðsvegleiðari. Eilif Gaard, eisini av Havstovuni, og Peter Grønkjær frá Aarhus Universitet eru hinir báðir vegleiðararnir.

- Í metingarnevndini eru:Anni Djurhuus, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forkvinna í metingarnevndini). Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU og Stamatina Isari, ph.d. og senior granskari á Havforskningsinstituttet  

Verjan verður á enskum máli, og ritgerðin er tøk á Landsbókasavninum, skrivar setur.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder