Mentan

Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavninum

Hon hevur áður verið savnsvørður á Listasavninum, og 1. juli tekur hon við starvinum sum stjóri

2024-04-30 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjur stjóri.

Hon tekur við eftir Karinu Lykke Grand, sum fekk starv í bjóðað í Danmark. Karina Lykke Grand var stjóri á Listasavninum í fimm ár.

Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet. Hartil hevur hon ein master í listasøgu - MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini eina diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.

- Komandi árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging, dagføring og útbygging, samstundis sum, at høvuðsuppgávan hjá savninum at seta myndlist á breddan, skal røkjast. Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal tjóðlistasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanardeiling og tiltøkum.

- Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður. Hetta vil eg fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum.” Hon heldur fram: “Broytingarnar komandi árini hava nógv nýtt virksemi við sær, ið tey, sum eru knýtt at savninum, skulu menna sum eitt toymi, umframt at endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Solveig er ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, m.a. í tíðarskeiðinum 2016 – 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt. Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum, harímillum umboðar hon Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, frá 2023 og fram.

Solveig tekur við starvinum 1. juli 2024

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder