2022-11-14 00:24

Síðani 6. januar hevur Sólvit Nolsø røkt uppgávuna sum almannaráðharri, men tað ger hann ikki longur.
Løgmansskrivstovan boðar í kvøld frá, at Sólvit Nolsø eftir áheitan er loystur úr starvi, og at løgmaður tekur yvir málsøkið.
Sólvit Nolsø boðaði fyrr í dag frá, at hann er farin úr Fólkaflokkinum, og stillar upp fyri Framsókn til løgtingsvalið hósdagin 8. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald