Innanlands

Sólvit Nolsø havt vitjan av danska bústaðamálaráðharranum

Kaare Dybvad Bek vitjaði landsstýrismannin í almannamálum fríggjadagin

(Mynd: amr.fo)

(Mynd: amr.fo)

2022-03-05 17:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevði í gjár vitjan av danska bústaðamálaráðharranum, Kaare Dybvad Bek, og í hesum sambandi varð farið út at hyggja eftir nøkrum av leigubústøðunum, sum Bústaðir hevur bygt, skrivar Almannamálaráðið.

Fyrst varð vitjað oman Mattalág, har Allan T. Skaalum, virkandi stjóri í Bústøðum, tók móti og vísti runt. Oman Mattalág eru 38 leigubústaðir á 50-100 fermetrar.

Síðani varð vitjað á íbúðarbyggingini á Óðinshædd. Fyrsta byggistig varð liðugt í 2016, við 22 leiguíbúðum. Í øðrum byggistigi eru 69 íbúðir á 40-80 fermetrar. Fyrstu 10 íbúðirnar eru útleigaðar, meðan næstu 20 íbúðirnar verða klárar at flyta inn í fyri summarfrítíðina. Tá alt er liðugt bygt, verða til samans 90 leigubústaðir við Óðinshædd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder