Innanlands

Sólvit Nolsø ikki longur tingbólkaformaður í Framsókn

Tinglimurin sær seg ikki sum ein part av framtíðarætlanunum hjá flokkinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-08 16:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá tingfundurin varð settur klokkan eitt boðaði Framsókn frá, at Sólvit Nolsø hevur sagt formanssessin frá sær. Karlot Hergeirsson verður nýggjur formaður.

Við Kringvarpið sigur Sólvit Nolsø, at hann ikki sær seg sum part av framtíðarætlanunum hjá flokkinum.

Á ársfundinum hjá Framsókn herfyri gjørdi Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, greitt, at flokkurin aftaná næsta løgtingsval tekur undir við forsturtøkulógini.

Eitt mál, sum Sólvit Nolsø annars ikki tók undir við, tá teirra egni landsstýrismaður, Bjarni Kárason Petersen, legði tað fram í maimánað í fjør.

Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Framsókn tríggjar tinglimir. Sólvit Nolsø er triðvaldur við 249 atkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder