Innanlands

Sólvit Nolsø: Taki ikki undir við fríari fosturtøku

- Ørkymlandi at landsstýrið uppá ein fyrrapart hevur koyrt málið út til almenna hoyring, uttan at løgtingsfólk vistu tað ella hava havt møguleika at seg inn í tað

Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-08 22:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kom eftir øllum at døma óvænta á floksfelagarnar hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, at hann í dag koyrdi málið um fostur tøku út til almenna hoyring.

Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, ger á Facebook í kvøld sína støðu greiða.

- Mín støða í málinum er ongantíð broytt. Eg taki ikki undir við fríari fosturtøku og havi boðað frá tí frá byrjan. At viðurskiftir skulu bøtast eru øll samd um. Millum undirliggjandi orsakirnar til, at summi velja fosturtøku, eru sosialar skipanir so sum ótíðarhóskandi barsilsútgjald og bústaðartrot. Tá var nógv frægari, at mann til dømis setti eyka orku at rætta uppá tað, skrivar Sólvit Nolsø á Facebook.

Les eisini: Ruth Vang visti av ongum

Hann heldur tað vera ørkymlandi, at løgtingsfólk ikki fingu kunning áðrenn og ikki haa havt møguleika at seta seg inn í uppskotið.

- Eitt annað, sum er ógvuliga ørkymlandi í øllum hesum er, at landsstýrið uppá ein fyrrapart hevur koyrt málið út til almenna hoyring, uttan at løgtingsfólk vistu tað ella hava havt møguleika at seta seg inn í tað og lesa uppskotið, skrivar Sólvit Nolsø.

Bjarni Kárason Petersen segði í Degi og viku í kvøld, at Løgmálaráðið í longri tíð hevur arbeitt við hesum, og eisini havt politisku flokkarnir inni til hoyringar. Har hevur eisini verið gjørt greitt, at eitt uppskot skuldi sendast út til ummælis í januarmánaða.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at hetta er eitt etiskt mál, og harvið ikki eitt samgongumál.

Les eisini: Endamálið er at minka um talið á abortum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder