Innanlands

Sólvit verður heldur ikki á fólkaflokslistanum

Hann hevur boðað floksleiðsluni frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið

Sólvit Nolsø (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Sólvit Nolsø (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2022-11-10 21:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er mannfall í Fólkaflokkinum. Christian Andreasen fór í morgun frá sum formaður, Heðin Zachariassen stillar ikki upp, og nú hevur Sólvit Nolsø boðað floksleiðsluni frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið 8. desember.

Hetta veit Kringvarpið í kvøld.

Sólvit Nolsø er partur av liberala vonginum av Fólkaflokkinum, sum tykist hava tapt slagið móti tí meira konservativa vonginum.

Floksleiðslan í Fólkaflokkinum fundast annars á Hotel Brandan í kvøld um støðuna hjá flokkinum, og helst skal ein nýggjur formaður finnnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder