- Ja, tit hoyra rætt - Sommerson Band v/Annfinn Sommerson og manning, verða á Country Festivalinum 2026 Og man ikki ‘Dungasandur’, sum í 2022 varð gjørdur til Country Festivalin, fer at runga í hátalarunum á Dungasandi.
Soleiðis skrivar Country Festivalurin á sosialu miðlunum síðani í dag.
Sommerson Band er bólkur við Annfinn Sommerson, Kara Olsen og Sámal Lindenskov. Allir hava spælt tónleik síðani fyrst í 90’inum, við ymiskum bólkum.
Somerson Band hevur givið nøkur stakløg út seinastu árini.
Júst "Dungasandur" frá 2022 - tað fyrsta av hesum stakløgunum - festi seg ymsastaðni.
- Útlendskir fyrispurningar komu dagliga inn til teir, um hví sangurin ikki eisini var innspældur á enskum. Annfinn setti sær tí fyri at umseta tekstin, og í 2025 kom sangurin út á enskum. ‘Dungasandur’ gjørdist til “Country Came to My Town”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald