Uttanlands

Sonur Harry og Meghan doyptur

Lítli Archie Harrison Mountbatten-Windsor varð doyptur í gjár

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan við soni teirra, Archie Harrison Mountbatten-Windsor (Mynd: EPA)

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan við soni teirra, Archie Harrison Mountbatten-Windsor (Mynd: EPA)

2019-07-07 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var skipað fyri einum privatum hátíðarhaldi, har yngsti limurin í bretska kongshúsinum varð doyptur.

Tveir dagar eftir, at hertogafrúan Meghan hevði átt, var longu kunngjørt, at fulla navnið hjá soni hennara og Harry prinsi fór at verða Archie Harrison Mountbatten-Windsor, men í gjár varð hann so doyptur, tveir mánaðar gamal.

Lítli Archie varð doyptur í sama kjóla sum systkinabørn hansara - prinsarnir George og Louis, og Charlotte prinsessa, skrivar Politiken.

[object Object]Mynd: EPA

Við til dópin vóru m.a. William prinsur saman við konu og børnum, Charles prinsur og kona hansara Camilla, mamma Meghan, Doria Ragland, og Jane Fellows og Sarah McCorquodale, systrar hjá Dianu prinsessu, sálu.

Elizabeth drotning var ikki við til dópin, tí at hon, sambært kongshúsinum hevði aðrar uppgávur.

Harry prinsur og hertogafrúan Meghan vórðu gift á Windsor slottinum í fjør. Sonur teirra varð føddur 6. mai, og er hann sjeyndi í arvarøðini til bretsku trónuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder