Uttanlands

Sonur Joe Biden funnin sekur í brot á vápnalógina

54 ára gamli Hunter Biden er m.a. funnin sekur í at hava logið um rúsevnismisnýtslu, tá hann keypti ein revolvara fyri seks árum síðani

Hunter Biden og kona hansara, Melissa Cohen Biden (Mynd: EPA)

Hunter Biden og kona hansara, Melissa Cohen Biden (Mynd: EPA)

2024-06-12 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð Hunter Biden, sonur Joe Biden funnin sekur í øllum ákærum í einum máli um brot á vápnalógina, og hetta er fyrstu ferð, at eitt barn hjá einum sitandi amerikanskum forseta verður dømt fyri eitt lógarbrot skrivar Ritzau.

54 ára gamli Hunter Biden varð m.a. skuldsettur fyri at hava logið um rúsevnismisnýtslu, tá hann keypti ein revolvara í 2018. Hann noktaði seg tó sekan.

Í slíkum málum verður revsingin vanliga millum 15 og 21 mánaðir í fongsli. Revsiramman er tó heilt upp til 25 ár, men tað verður mett ósannlíkt, at revsingin verður so hørð, m.a. tí at Hunter Biden ikki er dømdur fyri nakað áður.

Sambært dómaranum er vanlig mannagongd, at revsingin verður ásett innan 120 dagar, og sostatt kann væntast, at hon verður kunngjørd nakrar vikur áðrenn forsetavalið, sum verður 5. november.

Amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at hann góðtekur dómin hjá soninum, sum umhugsar, um dómurin skal kærast.

Hunter Biden er eisini skuldsettur í einum øðrum máli, sum snýr seg um brot á skattalógina. Tað málið byrjar í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder