2025-01-06 19:40

Sonur komandi amerikanska forsetan Donald Trump, Donald Trump Jr. er á veg til Nuuk.
Tað upplýsa keldur fyri KNR seinnapartin. Síðani hava embætisfólk eisini váttað hetta fyri Danmarks Radio.
Vitjanin kemur óvæntað meðan stórt kjak er um grønlendsku støðuna í ríkisfelagsskapinum.
At Donald Trump Jr. kemur á vitjan birtir til kjak um hvat USA ynskir við Grønlandi.
Trump segði í 2019, tá hann var forseti, at hann ynskti at keypa Grønland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald