
Eftir ætlan letur nýggja stóra svimjihøllin í Runavík upp í summar. Hon er staðsett við Løkin - beint við Bylgjuna.
Harvið verður hetta í uppaftur størri mun eitt ítróttarøki. Talan verður ein ítróttardepil, sum Runavíkar kommuna skal reka.
Til hetta endamálið verður tørvur á einum leiðara og eisini einum teknikara. Runavíkar kommuna hevur søkt fólk til hesi størvini, og boðar nú frá at tey eru sett.
Tað verður Sonya Lara Anne Pratt, sum skal vera leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík.
Sonya er úr Kanada og hevur í meira enn 20 ár starvast sum leiðari av svimjihallum og ítróttardeplum í Danmark. Frá 2004 til 2014 hevur hon havt leiðsluna av trimum svimjihallum í Roskilde kommune. Síðan 2014 hevur hon verið leiðari á Egedals Kultur- og Idrætsfaciliteter, sum fevnir um fleiri svimji- og ítróttarhallir, leikvallir og mentanarhús.
- Hon kemur við drúgvum royndum innan leiðslu, fyriskipan av tiltøkum og samstarvi við ítróttarfeløg, skúlar og aðrar áhugabólkar, ið nýta hentleikarnar í ítróttardeplum.
Sonya hevur útbúgving sum Master i Oplevelsesledelse umframt eina rúgvu av skeiðum og viðkomandi útbúgvingum innan rakstur av ítróttaranleggum, svimjing og lívbjarging.
Sonya byrjar í starvinum sum leiðari fyri ítróttardepilin í Runavík 1. mai, skrivar runavik.fo.
Høgni Davidsen
Tað verður Høgni Davidsen úr Æðuvík, sum skal vera teknikari á ítróttardepilinum.
Høgni er útbúgvin maskinsmiður og hevur drúgvar royndir innan mekanik, el, HVS og ventilatión. Hann hevur starvast í oljuvinnuni í Danmark og Noregi í 12 ár og hevur seinni havt egna fyritøku, ið varð keypt av Mest samtakinum í 2012. Hann hevur, eftir at fyritøkan varð keypt, starvast hjá Mest.
- Høgni Davidsen fer fyrst og fremst at hava ábyrgdina av tekniska rakstrinum í svimjihøllini, umframt at loysa aðrar rakstrar- og viðlíkahaldsuppgávur í ítróttardepilinum.
Teknikarin er longu byrjaði í starvinum: Høgni fór í gongd 15. mars.
Mynd: runavik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald