Staklagið eitur "Sophie", og er tað TUTL, sum gevur út.
Í síni tónleikakarrieru gjørdist Bárður Johannesen vinnari av prísi í The Great American Song Contest 2011 við instrumentala lagnum "Old Legends". Bárður Johannesen var eisini vinnari av sangkappingini Amnesty International í Føroyum við sanginum "Verð fyri øll".
Bárður var eisini finalistur í amerikansku sangkappingini "USA Songwriting Competition" og tilnevndur til "Underground Music Awards” í 2012.
Eisini varð hann valdur til besta danska artist í 2011 av størsta óhefta tónleikaportalinum í Danmark, Chartbase, og fyri fyrstu útgávu hansara sum solist, "Ancient Forgotten Stories" fekk hann 6 út av 6 stjørnum frá teimum.
Um Sophie
Orð og lag: Bárður Johannesen
Lagt sangin til rættis: Bárður Johannesen
Framleitt, tikið upp, ljóðblandað og ljóðmastrað í IntroVers Studio /Hans Poulsen.
Videolag: Bárður Johannesen
Videolag eftirviðgjørt: Rógvi Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald