2024-03-02 16:50
Danski politikarin og formaðurin í Konservativa flokkinum er deyður. Tað upplýsir flokkurin á heimasíðuni, skrivar Danmarks Radio.
Søren Pape Poulsen fekk undir einum nevndarfundi fríggjadagin eina heilabløðing. Hann varð koyrdur á sjúkrahús í Odense, men hann stóð ikki til at bjarga.
Hann doyði leygardagin klokkan 13.13.
Søren Pape Poulsen gjørdist 52 ára gamal.
Hann gjørdist formaður í Konservativa flokkinum í 2014, tá hann avloysti Lars Barfoed. Áðrenn tað var Søren Pape Poulsen borgarstjóri í Viborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald